Aftur til tíðindasavn

Føroyskir venjarar skulu ikki smæðast

18 feb 2026

Føroyskir venjarar hava neyðugu dygdirnar at standa seg í fótbóltsfeløgum uttanlands, men mugu vera væl fyrireikaðir, áðrenn teir royna eydnuna, sigur Mikkjal Thomassen

Vit endurgeva her grein hjá Símum Christian Olsen og eitt mið til samrøðuna sum KVF gjørdi við Mikkjal Thomassen.
KVF samrøða við Mikkjal Thomassen

 

Føroyskir venjarar hava dygirnar, sum eru neyðugar fyri at standa seg í útlendskum fótbóltsfeløgum.

Tað segði Mikkjal Thomassen á venjararáðstevnu í Føroyum um vikuskiftið. 

 - Eitt er at vera høvuðsvenjari, men tað eru nógv størv sum ungdómsvenjari, í akademium, sum assistentar, og tað er stórur eftirspurningur eftir góðum venjarum, so tað er eingin grund til, at føroyskir venjarar ikki skulu halda seg frammi í skónum, segði Mikkjal Thomassen.

 - Men tú mást fyrireika teg væl, tí krøvini eru hørð, tá tú kemur út.

Fyrrverandi KÍ-venjarin hevur síðstu árini verið høvuðsvenjari í norska Fredrikstad og svenska stórfelagnum AIK Stockholm, og hevur tískil roynt seg í yrkisfeløgum, har krøvini eru stór og trýstið kemur frá øllum síðum.

 - Tað er eingin ivi um, at tað er ein skepsis, tá tú kemur úr einum lítlum staði, sum ikki hevur yrkisfótbólt, og tú kemur út í eina verð, sum er øgiliga kappingarorientera. Tá verður tað hugt neyvt eftir, um tú hevur førleikar og tað, sum skal til, tí allir spælarar sita við einum spurningi til ein venjara: 'Kanst tú hjálpa mær at blíva betri? Kanst tú hjálpa mær at vinna fótbóltsdystir?'

Mikkjal Thomassen og AIK fóru hvør til sítt í januar, eftir at tað ikki eydnaðist at spæla seg til evropeiskan fótbólt, men venjarin sigur seg hava hug og orku at halda fram uttanlands, um okkurt hóskandi tilboð kemur.

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

18. feb 2026

Føroyskir venjarar skulu ikki smæðast

16. feb 2026

B36 vanna fjúrtindu útgávuna av VFF Cup

14. feb 2026

Aðalfundur hjá Venjara­felag Føroya verður 28. Februar kl 19 á Tór…

01. feb 2026

Stór venjara­ráð­stevna 2026