Um okkum
Lógir fyri Venjarafelag Føroya - VFF
Grein 1.
Felagið eitur Venjarafelag Føroya (VFF). Felagið er stovnað 24. januar 2009. Heimstaður tess er bústaður formansins. VFF er óheft politiskt og átrúnarligt. VFF er limur av evropeiska venjarafelagnum U.E.F.
Grein 2.
Endamál felagsins er at fremja áhugamál teirra, íð fáast við fótbóltsvenjing í Føroyum. Felagið kann skipa fyri fundum og skeiðum fyri venjarum umframt at ráðgeva limum felagsins í sambandi við venjarastarv teirra.
Felagið eigur at samstarva við aðrar felagsskapir, sum virka fótbóltinum í Føroyum at frama, eitt nú Útbúgvingarnevnd FSF’s við m.a., at birta upp undir hóskandi skeiðvirksemi.
Grein 3.
Øll sum hava í minsta lagið UEFA B venjaraprógv kunnu gerast limir í VFF. Limagjaldið er kr. 300,- um árið.
Grein 4.
Útliman fer fram við, at boða formanninum frá. Limir kunnu verða strikaðir, um teir bróta lógir felagsins, virka ímóti felagnum, ella ikki gjalda limagjald - um limagjald er ásett.
Strikaðir limir kunnu skrivliga søkja um upptøku í felagið av nýggjum. Nevndin tekur avgerð í málinum. Limir, sum eru strikaðir vegna skuld, kunnu gerast limir aftur ein mánað eftir, at teir gjalda tað, teir skylda.
Grein 5.
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Aðalfundurin verður hildin í oktober/november og lýstur 3 vikur frammanundan í fráboðan til limir og á heimasíðu felagsins umframt FSF.
Skráin fyri aðalfundin er:
- Formansfrágreiðing um farna árið.
- Framløga av grannskoðaðum ársrokniskapi.
- Lógarbroytingar.
- Ásentan av limagjald.
- Innkomin mál
- Val av trimum nevndarlimum og einum tiltaklimi. (2 nevndarlimir verða valdir líka ár og 1 nevndarlimur ólíka ár, tiltakslimurin verður valdur hvørt ár.
- Val av grannskoðara.
- Ymiskt.
Rætt at møta á aðalfundi hava limir, sum hava goldið limagjaldið. Umboð fyri FSF hava rætt, at møta á aðalfundi og hava talurætt, men hava ikki atkvøðurætt.
Val av nevndarlimum verður gjørt við skivligari atkvøðugreiðslu, nevndarlimir verða valdir sambart punkt 6 í grein 5. Vald eru tey, sum fáa flestar atkvøður. Stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri valevni, verður umval teirra millum.
Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni og skrivara/kassameistara.
Lógarbroytingar kunnu gerast um 2/3 av fundarfólkunum atkvøða fyri teimum.
Grein 6.
Eykaðalfundur kann verða hildin um nevndin ynskir tað ella um 1/3 av limunum skrivliga biðja um tað.
Fundurin verður lýstur 1 vikur frammanundan í fráboðan til limir og á heimasíðu felagsins umframt FSF.
Grein 7.
Felagið kann verða avtikið á vanligum aðalfundi, um ½ av limunum eru á fundi og 2/3 av teimum atkvøða fyri avtøkuni.
Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur boðar nevndin til eykaaðalfund við avtøku av felagnum á skránni. Felagið kann tá avtakast við vanligum atkvøðumeiriluta.
Ognir felagsins falla til FSF til at útbúgva venjarar.
Soleiðis viðtikin á aðalfundi 24. januar 2009.