Hetta er ein spennandi venjara ráðstevna sum í emnið fevnir breitt og telur 10 impulstímar. Her er talan um fyrilestrar frá venjarum, sum hava nógvar royndir á høgum stigi, venjarar sum hava arbeitt við bæði yngri og vaksnum leikarum, á elitu støði.
Nú er møguligt at skráseta seg til VFF ráðstevnunam, sum verður skipa í samstarvið við FSF.
Kostnaður fyri ráðstevnuna er einans 650 kr fyri limir og 1.000 fyri ikki limir, limagjaldið í VFF er einans 300 kr árliga, so hetta er eitt gott høvi, at tekna seg sum lim, men tað er ikki eitt krav.
Í samstarv við FSF gevur hendan ráðstevnan 10 impulstímar til dagføring av venjara licensinum. Tað er tó ikki eitt krav at hava venjararlisens fyri at luttaka á ráðstevnuni.
Tilmelding her:
https://forms.gle/6c1C833cX3dSpvdR8
Eftir ráðstevnuna verður veitsla á Brandan leygarkvøldið við einari 3. rættars menu, limir gjalda einans 300 kr, Kostnaðurin fyri ikki limir 699 kr, so her er enn eitt gott høvi, at tekna seg sum lim.
Til veitsluna verður ymiskt undirhald og samrøður við Michael Beale, Mikkjal Thomassen og Elisabet Vang.
Seinastu tíðindi
Stór venjararáðstevna 2026
Mikkjal og Michael eru høvuðsnøvnini á venjararráðstevn…
Tann føroyski venjarin