Venjarafelag Føroya (VFF) varðar av føroyska venjaranum og tískil er tað nærliggjandi, at VFF eisini ynskir, at føroyski venjarin fær eina alsamt betri viðferð og viðgerð í almenna rúminum.
Í kjalarvørrinum av góðu úrslitunum hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum ber til at staðfesta, at føroyski venjarin er meistaravenjarin. Meistaravenjararnir í Føroyum eita Jóhan (Melle) Nielsen, sum hevur vunnið FM heilar 11 ferðir, meðan Sámal Erik (Bagge) Hentze og Mikkjal Thomassen higartil hava vunnið FM fýra ferðir hvør. Felags fyri allar tríggjar er, at teir eru føroyingar.
Bestu útlendsku venjararnir hava “bert” vunnið FM tvær ferðir (John Kramer og Krzysztof Popczynski). Seinastu 20 árini hava føroyskir venjarar vunnið 15 av 20 meistaraheitum, hóast arbeiðsumstøðurnar hjá føroyskum venjarum undir ongum umstøðum kunnu samanberast við umstøðurnar, sum feløgini útvega útlendsku venjarunum.
Í steypakappingini er myndin hin sama: Tað er bert fjórða hvørt ár, at hin útlendski venjarin kann taka ímóti steypinum. Eftir nøkur ár við útlendskum venjarum hevur FSF skift hest og er farið at virða sína egnu venjaraútbúgving, tí nú eita venjararnir Eyðun Klakstein og Atli Gregersen (A-landsliðið hjá monnum), Pætur S. Clementsen (A-landsliðið hjá kvinnum) og Ólavur Mikkelsen (U21-landsliðið). Hesi venjaraskifti eru framd við hepnari hond.
Tað er eisini at fegnast um, at tey 6 liðini við føroyskum venjarum eru liðini við flest heimligum leikarum. Liðini kappast ikki (í ár) um meistaraheitið, men hinvegin er tað bert FC Suðuroy, sum framvegis stríðist í niðurflytingarstríðnum. Í næstbestu deildini eru føroyskir venjarar hjá liðunum, sum flyta upp. VFF ynskir við hesum gera vart við, at miðlar, stuðlar, nevndarlimir, fjepparar og almenna rúmið annars, eiga at fjølga um og virða føroyska venjaratilfeingið. Føroyski venjarin er ikki bara bíligari, men eisini meira álítandi og í flestu førum ein trygd fyri góðum úrslitum í longdini. Í stuttum ber til at siga: Hugsið eisini føroyskt, tá venjari skal setast.
Seinastu tíðindi

Tann føroyski venjarin

Ein føroyavinur hevur sagt farvæl.

Hæddarpunktini frá VFF Cup finaluni 2023
