Vitjan hjá Complexo Do Muquico Rios

06. februar 2020

Í dag hevur Venjarafelagið vitjað Complexo Do Muquico Rios, sum er ein sosial verkætlan, sum vinmaðurin hjá Alexandre Silva, Claudio, hevur sett í verk saman við Caca.

Tað eru 4 ár síðani, at teir byrjaðu at venja leikarar í 14-22 ára aldri. Endamálið er, at leikararnir vinna ella endurvinna sær pláss í yrkisfótbólti. Teir venja 5 ferðir um vikuna og fáa teir ikki eitt lív í fótbólti, so hava teir í øllum førum lært nakrar lívsførleikar.

Talan er um sjálvbodna arbeiðskraft, og tí er Claudio sera glaður fyri sendiharrar sum Silva. Teir kennast frá tíðini í brasilska stórfelagnum, Botafogo.

Vit í Venjarafelagnum eru glaðir fyri at lata 20 brúkt pør av gaggum til tílíkt stuðulsarbeiði. Claudio og Caca eru eisini sera takksamir fyri gávuna úr Føroyum. 

Skrivað: Áki Johansen