Aftur til tíðindasavn

HB vinnari av VFF Cup 2020

23 feb 2020

Farna vikuskiftið var finaluumfar í VFF Cup.  Føroysku liðini hava tikið væl ímóti kappingarleistinum, sum VFF hevur lagt fyri dagin. Kappingin er væl skipað, okkara bestu dómarar luttaka og tí fáa liðini góðar venjingardystir.z

Tíverri valdi TB ikki at nýta høvið til at luttaka í ár, men B68 lá ikki á boðunum og tók av at spæla millum tey bestu. Samanumtikið hava vit sæð fleiri góðar dystir, nógvar ungar leikarar í dysti og fleiri frálík mál. Harumframt tykjast áskoðararnir at hava tikið undir við kappingini.

Í finaluni hittust HB og Vikingur. Sigursvanda havnafelagið dró longra stráið, tá ið gøtumaðurin, Adrian Justinussen, gjørdist trímálsskjútti ímóti sínum gomlu bygdamonnum. Fyrsta málið var eitt langskot, meðan Adrian sendi hini bæði beinleiðis í málið umvegis fríspørk, meðan Víkingur bara megnaði at svara eina ferð aftur. Tískil vann HB VFF Cup í 2020.

Sum væntað, so vóru topp-fimm liðini eisini tey, sum skaraðu framúr hesa ársins tíð. Tað er ikki nógv, sum skilir toppliðini, kanska dagsformurin ella einstaklinga avrik í heimsflokki. Hinvegin hevur ÍF víst, at teir ætla at avrika betri enn undanfarna kappingarár. Skála hevur fingið væl burtur úr, hóast teir mugu byrja av nýggjum og AB fær tað allarhelst sera trupult komandi kappingarár.

Endaliga støðan gjørdist:

  • Nr. 1: HB
  • Nr. 2: Víkingur
  • Nr. 3: KÍ
  • Nr. 4: B36
  • Nr. 5: NSÍ
  • Nr. 6: ÍF
  • Nr. 7: EB/Streymur
  • Nr. 8: Skála
  • Nr. 9: AB
  • Nr. 10: B68

VFF ynskir HB tillukku, og takkar dómarum, feløgum og stuðlum! 

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

30. jun 2023

Ein føroyavinur hevur sagt farvæl.

13. feb 2023

Hæddarpunkt­ini frá VFF Cup finaluni 2023

12. feb 2023

HB eru sjeyfaldir VFF Cup meistarar.

19. nov 2022

Jóan Petur Poulsen, er ársins venjari í Betri Deildini hjá monnum 2022