Kveikingarferð í Rio

30. januar 2020

Alexandre Silva og Jens Erik Rasmussen hava saman við nevndini hjá Venjarafelag Føroya skipað fyri einari kveikingarferð í brasilska høvuðsstaðnum Rio. 

Skráin er drúgv, men eisini sera spennandi. Vitjað verður hjá Flamengo, Fluminense, Vasco da Gama, Botafogo, fótbóltsskúlanum hjá Pelé og brasilska fótbóltssambandinum. Harumframt eru tveir dystir á skránni. 

Í høvuðsheitum eru tað venjingarnar, sum eru áhugaverdar, men føroysku venjararnir vóna eisini at koma á tal við brasilska venjarar. 

Ferðalagið telur 10 venjarar. Hesir eru: Hegga Samuelsen, Eli Hentze, Karsten Hansen, Alexandre Silva, Jóan Pauli Jacobsen, Jens Erik Rasmussen, Símun Eliasen, Sørin Anghel, Pætur Niclasen og Frankie Jensen. 

Skrivað: Áki Johansen