bolt.fo skrivar:
Nú hava tríggir føroyingar UEFA PRO-lisens útbúgvingina.
Norska fótbóltssambandið skrivar í dag, at KÍ-venjarin Mikkjal K. Thomassen sum ein av 18 venjarum hetta vikuskiftið hevur fullført UEFA PRO-lisens útbúgvingina. Hetta er hæsta venjaraútbúgvingin í fótbólti, og kann hon ikki takast í Føroyum.
Frammanundan hava Jógvan Martin Olsen og Bill M. Jacobsen tikið hesa útbúgvingina. Nú eru sostatt tríggir føroyingar, sum hava hægstu venjaraútbúgvingina.
Venjarafelag Føroya ynskir Mikkjal K. Thomassen tilllukku!
Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo
Seinastu tíðindi

30. jun 2023
Ein føroyavinur hevur sagt farvæl.

13. feb 2023
Hæddarpunktini frá VFF Cup finaluni 2023

12. feb 2023
HB eru sjeyfaldir VFF Cup meistarar.

19. nov 2022