bolt.fo skrivar:
Nú kemur ein nýggjur møguleiki hjá føroyskum A-venjarum at taka Pro-útbúgvingina.
Íslendska fótbóltssambandið KSÍ boðar nú frá, at komandi árini verður møguligt at taka hægstu venjaraútbúgvingina, UEFA-Pro, í Íslandi. Fyrsta útbúgvingin kann takast árini 2020-2021 og síðani byrjar tað aftur við nýggjum venjarum í 2022. Tilsamans sleppa 18 venjarar við hvørjaferð. Tveir føroyingar hava hægstu venjaraútbúgvingina í løtuni, Jógvan Martin Olsen og Bill M. Jacobsen. Mikkjal K. Thomassen er í gongd við at taka útbúgvingina.
Umsóknarfreistin er 6. desember í ár og byrjar útbúgvingin í feburar 2020. Meir um hetta kann lesast HER
Seinastu tíðindi
18. feb 2026
Føroyskir venjarar skulu ikki smæðast
16. feb 2026
B36 vanna fjúrtindu útgávuna av VFF Cup
14. feb 2026
Aðalfundur hjá Venjarafelag Føroya verður 28. Februar kl 19 á Tór…
01. feb 2026