Átaksøkir fyri 3. stig – Tann avgerandi avleveringin
a) Hav eitt breitt avleveringsúrval við høvuðsdenti á innarusíðuavleveringina
At kunna loysa spælið upp krevur eina rúgvu av ymiskum bóltførleikum. Arbeið við at menna eitt úrval, sum ger teg føran fyri at megna allar formar fyri skrúðum, fluktarum osfr. Men tað handlar nógv um neyvleika og røttu ferð. Innarusíðuavleveringin eigur at raðfestast fremst.
b) Hav ein duldan part
Evnini til at goyma upplýsingar fyri mótstøðuni kunnu vera lykilin til at bróta ígjøgnum. Goymdar avleveringar, bíða eftir rørsluni, flyt fótin ein annan veg, hygg ein annan veg, fyrsta nerting aftan á temjing, eru dømi um mátar at lumpa mótstøðuleikarin burtur frá at lesa avleveringini, sum kemur. Ven hetta saman við tínum úrvali, og ver tilvitaður um, hvat í kropsmáli tínum, sum kann avdúka teg.
c) Neyvleiki og hóskandi meting av avleveringini
Innarusíðuavleveringin er avgerandi. Tað er ikki nokk, at avleveringin kemur fram. Hon má leggjast á einum silvurfati soleiðis, at hon er lættast møguligt at skora uppá. Meting og slag av skrúðu í bóltinum kann vera avgerandi fyri úrslitið. Hvønn fót leggur tú hann til hjá viðleikara tínum? Hvar í mun til verjuleikarin, sum dekkar hann upp?
Seinastu tíðindi

Ein føroyavinur hevur sagt farvæl.

Hæddarpunktini frá VFF Cup finaluni 2023

HB eru sjeyfaldir VFF Cup meistarar.
