Átaksøkir fyri 1. stig – Flytingar áðrenn bólt
a) Finn timing fyri at koma inn í rúm til rætta tíð:
Hetta krevur góð orienteringsevnir soleiðis, at man kann uppfata trýstið hjá mótstøðuliðnum og leikskipan, tey økini, sum tað er mest hóskandi at hótta, og hvørji tekin í spælinum, sum man skal brúka fyri at útloysa, at man brúkar rúmið.
b) Tillaga plaseringina hjá tær í rúminum fyri alla tíðina at hava best hóskandi frástøðuna í rúminum:
Tað er ikki neyðturviliga tær stóru flytingarnar sum krevjast, men eisini her handlar tað nógv um at orientera seg, lesa rúmini man er inni í, og hvørji rúm man ynskir at hótta víðari, um man skuldi blivið innblandaður.
c) Syrg fyri rættvendari kropsstøðu áðrenn fyrstu nerting:
Um tú ynskir at spæla víðari frameftir í banan, so eigur tú at finna eina støðu, har tú ert rættvendur ella í minsta lagi síðuvendur, og kanst taka bóltin við tær frameftir við 1. nerting. Hetta ger tað eisini lættari at uppfata rúm, sum tú kanst taka bóltin inní, og um leikarar í aftastu ketu hjá mótstøðuliðnum koma fram eftir tær ella geva tær møguleika til at reka frameftir.
d) Leita eftir støðum fyri at útnytta førleikar (egnar, við- og mótleikara):
Hvat ert tú góður til? Hevur tú eina ordiliga neyva bakrúmsavlevering ella ert tú góður til at skrúða bóltin rundan um aftastu fýra? Hvat eru tínir viðleikarar góðir til? Hevur tú ein skjótan bakrúmsáleypara ella ein stóran luftsterkan leikara fremst? Hvussu er hjá mótstøðuliðnum – hava teir ein tungan og seinan miðverja, sum hevur tað tungt við skjótum kombinatiónsspæli á vøllinum ella hava teir aðrar veikleikar, sum tað ber til at útnytta? Tak atlit fyri hesum, og leita eftir rúmum og støðum, sum økja um tínar styrkir.
Seinastu tíðindi

Ein føroyavinur hevur sagt farvæl.

Hæddarpunktini frá VFF Cup finaluni 2023

HB eru sjeyfaldir VFF Cup meistarar.
