Tey fýra førleikaøkini
Sum vit lósu í fyrsta parti, so handlar góður fótbóltsførleiki ikki bara um bólførleikan hjá hvørjum einstøkum leikara. Samansetingin í spælstøðunum ger, at tað kann vera skilagott at býta fótbóltsførleikan niður í fýra økir. En individuell dimensjon, en relasjonell dimensjon, en strukturell dimensjon, og til slutt kampdimensjonen. (Bergo, Johansen, Larsen, Morisbak, 2002). Øll hesi økini eru óloysandi samanbundin og sínámillum heft at hvørjum øðrum (Ronglan og Larsen, 2003). Ein leikari við góðum fótbóltsførleika má hava tamarhald á øllum teimum ymisku síðunum ella økjunum í spælinum, og tað eru nógv dømi um leikarar við t.d. góðum bóltførleika, sum ongantíð mennast til góðar fótbóltsleikarar, tí teir ikki hava evnini til at brúka sínar førleikar í einum skipaðum samanhangi og/ella tí teir ikki megna avbjóðingarnar, sum mótstøðuliðið og mótspælið gevur teimum.
Samanhangurin millum fótbóltsførleika og eyðkennini hjá fótbóltsspælinum
Í bókini hjá Bergo, Johansen, Larsen og Morisbak verður eisini víst á ein frymil, sum setir førleikahugtakið í ein samanhang fyri at greiða frá øllum fótbóltsspælinum. Førleikin í spælinum verður býttur í trý økir: Umhvørvið, Uppgáva og Einstaklingur. Her verður fyrst og fremst tosað um einstaklingin, men fyri at skilja einstaklingin, so er tað týdningarmikið at vita, at einstaklingurin altíð má handla útfrá einari taktiskari heild, sum er knýtt at liðnum og spælinum.
Tað er eisini soleiðis, at eitt lið kann hava leikarar við ymiskum førleikum, sum kunnu fullgera hvør annan. Og tað kann vera týdningarmikið fyri eitt lið at hava tílíkar fullgerandi førleikar, tá allir leikararnir ikki hava teir somu kropsligu, sálarfrøðiligu og sosialu eginleikarnir, og tí heldur ikki kunnu hava eitt fullfíggjað sett av fótbóltsførleikum (Bergo, et. al. 2002., Ronglan og Larsen, 2003). Á henda hátt kunnu uppgávurnar í liðnum eisini vera knýttar saman við ymiskum leiklutum, soleiðis at leiklutirnir saman kunnu gagnnýta sínar eginleikar og førleikar, og tilsamans skapa grundarlag fyri, at uppgávurnar hjá liðnum verða loystar á ein skilagóðan hátt.
Samanhangurin millum fótbóltsførleika og eyðkennini hjá fótbóltsspælinum (Bergo, et al. 2002)
Hvussu kunnu vit flyta tað yvir á venjingartíman?
Morisbak vísti í 1990 á, at vit kunnu skyna millum fýra venjingarbólkar:
- Aktivitetir við høvuðsdenti á bóltførleikan hjá hvørjum einstøkum leikara
- Aktivitetir við høvuðsdenti á ”at spæla saman við”
- Aktivitetir við høvuðsdenti á “at spæla ímóti”
- Blandingsbólkur við ymiskum spølum og venjingum
Seinastu tíðindi

Ein føroyavinur hevur sagt farvæl.

Hæddarpunktini frá VFF Cup finaluni 2023

HB eru sjeyfaldir VFF Cup meistarar.
