Lagt var upp til eitt spennandi kappingarár í Betrideildini hjá kvinnum, og hóast tvífaldu meistararnir EBS/Skála ongantíð vóru við í stríðnum um FM, so stríddust trý lið um tað. HB og ÍF/VÍK/B68 góvu KÍ skarpan gang, men tað vóru klaksvíkskvinnur, ið vunnu sítt 18. meistaraheiti hesa øldina.
Maðurin, sum stóð á odda fyri besta kvinnuliðnum, hevur vunnið meistaraheitið heilar níggju ferðir: Í 2007, 2008, 2009, 2010, 2011(hjálparvenjari), 2012, 2013, 2014 og aftur nú í 2019. Hetta er fjórðu ferð á rað, at meistaravenjarin vinnur heiðurin, og hetta er aðru ferð, at Aleksandar Djordjevic er farin við heiðrinum hjá Føroya Venjara Felag.
Seinastu tíðindi
18. feb 2026
Føroyskir venjarar skulu ikki smæðast
16. feb 2026
B36 vanna fjúrtindu útgávuna av VFF Cup
14. feb 2026
Aðalfundur hjá Venjarafelag Føroya verður 28. Februar kl 19 á Tór…
01. feb 2026