Aftur til tíðindasavn

Hanna Olsen ársins eldsál 2018

18 jan 2019

- Tá eg var tannáringur, misti eg brádliga mammu mína. Hon small um við heilabløðing, og sum 15 ára gomul var hetta heilt øgiliga hart. Men fótbólturin, og tann felagsskapurin, ið fylgir við tí, hjálpti mær ígjøgnum eina tunga tíð í lívinum, og tað eri eg ómetaliga takksom fyri.

Orðini eigur Hanna Olsen úr Syðrugøtu, ið um vikuskiftið fekk heiðurin “Ársins eldsál 2018” frá Venjarafelagum.

Í 1991 vann Hanna Olsen føroyameistaraheitið við fremsta kvinnuliðnum hjá ÍF, har hon eisini sleit sínar allar fyrstu fótbóltsskógvar. Men seinastu mongu árini hevur hon verið ein virkin og týðandi partur av fyrst GÍ og síðani Víkingi.

Tað er onki at ivast í, at fótbóltur er bæði gevandi og mennandi fyri børn, ung, miðalaldrandi og eldri. Tað er tí eisini sera týdningarmikið, at hetta verður væl fyriskipað, soleiðis at øll kenna seg væl í einum tílíkum felagsskapi. Og í slíkum førum er tað oftani eldsálirnar, og øll tey sjálvbodnu, ið gera eitt sera stórt arbeiði, skrivar FSF á heimasíðuni.

- Fótbóltur hevur givið mær so ótrúliga nógv, og eg veit, hvussu nógv tað hevur at siga fyri mong. Tí ynski eg bara at geva eitt sindur aftur av øllum tí, sum eg havi fingið. Tað er eisini so ótrúliga lívsjáttandi at arbeiða millum børn og ung, og síggja hvussu tey mennast.

- Páll Guðlaugsson var venjari hjá okkum, tá mamma doyði, og ta fyrstu tíðina, eftir at mamma var farin, var hann ein heilt fantastiskur stuðul hjá mær. Tað skal hann eiga eina stóra tøkk fyri, sigur Hanna Olsen at enda, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

30. jun 2023

Ein føroyavinur hevur sagt farvæl.

13. feb 2023

Hæddarpunkt­ini frá VFF Cup finaluni 2023

12. feb 2023

HB eru sjeyfaldir VFF Cup meistarar.

19. nov 2022

Jóan Petur Poulsen, er ársins venjari í Betri Deildini hjá monnum 2022