Aftur til tíðindasavn

Venjaraútbúgvingin verður vird

12 feb 2022

NSÍ vann VFF KUP 2022. 6-4 eftir spennandi brotssparks kapping á Tórsvølli. Eftir vanliga leiktíð var støða 2-2.

Tað var annars HB sum á odda longu eftir 12 minuttir við málið frá unga stór talentinum Áka Samuelsen og í 23 min. var tað  Jákup L Thomsen, sum tvífaldaði leiðsluna hjá fleirfaldu VFF KUP meistarunum HB. 2-0 var eisini var støðan í hálvleikinum.

Teir gulu úr Runavík vórðu væl betur við í seinna hálvleiki og eftir 54 min, var tað enn ein lovandi ungur framherjin Jørgin Nielsen, sum minkaði um munin, og tað kom harvið aftur spenningur í dystin, 10 fyri leiklok fekk NSÍ javna til 2-2, við málið frá innskifta Jógvan Højgaard. 

Í brotsparks kappingini vórðu NSÍ drúgvari, og vunnu samanlagt 6-4, eitt sindur merkisvert var tað kortini, at tveir av annars vanliga sera tryggu skjúttunum hjá NSÍ og HB, Klæmint Olsen og Dánjal Johansen brendu síni spørk. 

HB-NSÍ 2-2 (2-0)

1-0: Áki Samuelsen, 12 min

2-0: Jákup Thomsen, 23 min

2-1: Jørgen Nielsen, 54 min 

2-2: Jógvan Højgaard, 80 min

HB (4-2-3-1): Bjarti V. Mørk - Heri Mohr, Hørður H. Askham, Heðin Hansen, Daniel Johansen, Tróndur Jensen, Stefan Radosavljevic, Dan í Soylu, Adrian Justinussen, Áki Samuelsen og Jákup Thomsen,  vórðu við frá byrjan hjá HB

NSÍ (4-2-3-1): Tórður Thomsen - Pætur Hentze, Meinhard Geyti, Jóhan T. Davidsen, Pætur Skipanes, Rógvi Egilstoft, Sølvi Sigvardsen, Búi Egilsson, Mórits Heini Mortensen, Jørgen Nielsen og Klæmint A. Olsen, vórðu við frá byrjan hjá NSÍ

Fýra aðrir plaserings dystir vóðru eisini leiktir kappinging, sum  byrjaði longu kl. 11.00 fyrrapartin har dystir vóru um plássini frá 3 til 10.

9 - 10  AB-B68 1-0

7 - 8    Skála-07 Vestur 2-1

5 - 6    KÍ-EB/Streymur 6-1

3 - 4    B36-Víkingur 0-1

Alt í alt, ein góða kapping sum byrjaði tíðliga í januar, nógvir góðir dystir, hóast til tiðir sera avbjóðandi veður og enn einferða Corona. 

Vit gleða okkum til eina enn betur kapping í 2023.

Venjarafelagið ynskir nýggjum vinnarunum úr NSÍ hjartaliga til lukku.

Vegna VFF fara eisini, at ynskja øllum liðunum eitt gott kappingarár.

Skrivað: Rógvi Sørensen

Seinastu tíðindi

01. mar 2022

KÍ vinnari av VFF KUP fyri kvinnur.

12. feb 2022

Venjara­útbúgvingin verður vird

13. jan 2022

Venjara­útbúgvingin verður vird

09. des 2021

Aleksandar Djordjevic aftur ársins venjari hjá kvinnum 2021.