Aftur til tíðindasavn

Jens Berthel Askou ársins venjari í Betri Deildini hjá monnum 2020

05 des 2020

Venjarafelag Felag Føroya hevur nú kunngjørt, hvør ársins venjari 2020, kosin av limum teirra er.

Valið fall á Jens Berthel Askou úr HB og tað var eitt sera greitt val. Jens Bertel fekk heili 82 prosent av atkvøðunum, næstur var honum var Jákup Marin Joensen úr EB Streymi.

Jens Berthel skal í dag á vøllin saman við sínum HB leikarum, vinnur HB á Víkingin er tað fyrstu ferð síðani 2004 at HB vinnur greipuna.

Venjarafelagið hevur valt at hava atkvøðugreiðslu, áðrenn steypakappingin kappingin er avgjørd. Hetta fyri at seinasti dystur ikki skal gerast avgerandi fyri, hvør verður valdur sum ársins venjari, men at tað heldur er ein heildarmeting fyri árið.Tað vísir seg ofta, at FM vinnarin verður ársins venjari. Tó er tað ikki altíð soleiðis, tí bæði í 2012 og 2013, var tað venjarin sum fekk silvur, ið bleiv valdur sum ársins venjara. Í báðum førum var talan um venjara hjá ÍF.

Uttan mun hvussu gongdin í finaluni um Løgmanssteypið verður má tað sigast at verða meira enn væl uppiborið at FM vinnarin gerst ársins venjari. HB vann eisini ársins útgávu av VFF Kup.

Venjarafelagið ynskir Jens Berthel Askou hjartaliga til lukku við heiðrinum

Føroya Grótvirkið hevur latið steypið

Skrivað:

Seinastu tíðindi

30. jun 2023

Ein føroyavinur hevur sagt farvæl.

13. feb 2023

Hæddarpunkt­ini frá VFF Cup finaluni 2023

12. feb 2023

HB eru sjeyfaldir VFF Cup meistarar.

19. nov 2022

Jóan Petur Poulsen, er ársins venjari í Betri Deildini hjá monnum 2022