Aleksandar Djordjevic aftur ársins venjari hjá kvinnum 2021.

09. desember 2021

Venjarafelag Føroya hevur nú kunngjørt, hvør er ársins venjari hjá kvinnum 2021, sum limirnir hava kosið. Valið fall aftur í ár á fryntliga serban, Aleksandar Djordjevic, úr KÍ, sum sosattt hevur vunnið heiðurin fyri triði ferð á rað og fjórða heiðurin íalt.

Í ár var tað í tættari kapping við venjaran hjá NSÍ, Poul N Polusen. Aleksandar fekk 33,3 prosent av atkvøðunum, meðan Poul fekk 29,2 prosent. Aleksandar og hansara KÍ kvinnur hava haft eitt gott kappingarár og fóru ósigraðar gjøgnum landskappingina, har tær eisini vunnu Stórsteypadystin ímóti NSÍ, sum tó seinni, við Poul N Poulsen á odda, vunnu steypakappingina.

Venjarafelag Føroya ynskir Aleksandar Djordjevic hjartaliga til lukku við væl uppiborna heiðrinum!

Føroya Grótvirki hevur latið steypið.

 

Skrivað: Áki Johansen