Per Mikkelsen ársins eldsál hjá venjarfelagnum 2020

26. august 2021

54 ára gamli Per Mikkelsen av Strondum var í uppskoti at fáa heiðursløn sum Ítróttarfyrimyndin 2020 hjá ÍSF. Í innstillingini skrivaði ÍSF: "Per Mikkelsen hevur í nógv ár ofrað tíð, orku og ídni upp á ungdómsfótbóltin á Skála, har hann venur 6-7 lið sum part av sjálvbodna arbeiðinum. Venjingarnar eru væl skipaðar, og hann leggur alla sína mentalu orku í børnini og tey ungu.

Per Mikkelsen er eisini nevndarlimur í Skála Ítróttafelag." Hansara egna felag, Skála ÍF, hevur eisini róst ársins eldsál: "Tað eru trý væl skikkaði uppskot til heiðurin. Men óansæð hvør vinnur, so er ongin ivi um, at Per er ein av okkara allar størstu ítróttarfyrimyndum í felagum! Hann hevur ótroyttiliga koyrt á í áravís við venjingum í fleiri aldursbólkum, og hevur í fleiri ár skipað ungdómsarbeiðið og ungdómsvenjingar, og skaffað venjarar til ymsu aldursbólkarnar. Sjálvboðið og mangan ótakksamt, men sjálvandi eisini mangan stuttligt og hugaligt.

Kappingarárið 2020 gav eitt týðiligt avkast av øllum stríðnum, tá U15 genturnar fingu silvurheiðursmerki í FM og vunnu steypakappingina, og U18 genturnar vunnu greipuna umframt, at U15 dreingirnir á ½ vølli eisini vunnu sín bólk. Per hevði sín stóra leiklut í øllum hesum árgangum. Vit í felagnum eru ómetaliga takksom fyri tann stóra sjálvbodna innsats sum Per hevur lagt í felagið. Og uttan gott bakland, bar tað ikki til, so Petra og børnini eiga eisini sín part av tøkkini."

Venjarafelag Føroya ynskir við hesum orðum at heiðra Per Mikkelsen sum ársins eldsál 2020.

GG. Vanliga kunngerð Venjarafelagið heiðringarnar í februar. Seinkingin í ár kemst av, at Ungdómsráðstevnan í feb. 2021, har vit plaga at heiðra eldsál og ungdómsvenjaran, varð avlýst vegna korona og tískil er heiðranin ikki fyrr enn nú.

Skrivað: Áki Johansen