Jóan Pauli Jacobsen, ársins ungdómsvenjari 2020

26. august 2021

Nevndin í Venjarafelag Føroya hevur avgjørt at velja 45 ára gamla Jóan Paula Jacobsen sum ársins ungdómsvenjara 2020. Jóan Pauli hevur havt eitt langt og virkið skeið sum venjari. Hann byrjaði í 1989 sum venjari hjá pinkulingum hjá KÍ eftir áheitan frá Jens Hvidemose og hevur verið venjari samanhangandi frá 1993.

Manne Waag Høgnesen bað Jóan Paula hjálpa sær við KÍ kvinnunum í 1996. Í 1997 setti KÍ Annfinn Danielsen sum høvuðsungdómsvenjara og Jóan Pauli fekk góða nyttu burturúr, tí hann tók bæði ungdóms- og seniorvenjaraskeið. Jens og Jóan Pauli møttust aftur í Haslev Fodboldklub í 1999, har Jóan Pauli eisini var við til at stovna fótbóltsfelag á Haslev Seminarium í 2002, nevnt De Lærerstuderendes Fodboldklub, Haslev (DLF Haslev).

Í 2003 varð Jóan Pauli valdur sum ársins ungdómsvenjari hjá KÍ og í 2008 vóru boð eftir honum frá nýstovnaða fóltbóltsfelagnum Víkingi, har hann vandi næstbesta liðið í 1. deild. Lagnuárið 2009 varð Jóan Pauli settur sum høvuðsungdómsvenjari hjá KÍ og árini 2011-13 virkaði hann sum hjálparvenjari hjá Alexandar Djordjevic og Páll Guðlaugsson. Í 2015 steðgaði Jóan Pauli sum HUV hjá KÍ og tók UEFA A-prógv sum venjari í 2017.

Tá ÍF leitaði eftir høvuðsungdómsvenjara í 2017, valdi Jóan Pauli at søkja og fyribils er samstarvið longt til 2022. Harumframt hevur Jóan Pauli gingið á odda við at fáa Fótbóltsbreyt í Skúlanum við Streymin.

Venjarafelag Føroya ynskir Jóan Paula Jacobsen til lukku við heiðrinum sum ársins ungdómsvenjari 2020.

GG. Vanliga kunngerð Venjarafelagið heiðringarnar í februar. Seinkingin í ár kemst av, at Ungdómsráðstevnan í feb. 2021, har vit plaga at heiðra eldsál og ungdómsvenjaran, varð avlýst vegna korona og tískil er heiðranin ikki fyrr enn nú.

Skrivað: Áki Johansen