Imre “Emerich/Emérico” Hirschl (f. 11. juni 1900 í Budapest – d. 23. september 1973 í Buenos Aires) – Ókendi ungarski slaktarin, sum ávirkaði suðuramerikanskan fótbólt (2. partur av 2)

14. juli 2021

Skifti til River Plate í 1934

River Plate leitaði eftir onkrum, sum varð virðismettur sum ein serfrøðingur til at venja liðið. Teir royndu fyrst italska Felip Pascucci, sum seinni ynskti at arbeiða saman við Árpád Weisz í Bologna, og síðani sannførdu teir Hirschl um at flyta frá La Plata. Góðu úrslitini og kvika álopsspælið, sum liðið hjá Hirschl vísti, vaktu ans og opnaðu hurðarnar til tey størstu argentinsku feløgini. Í 1934 skifti hann tískil til River Plate.

Hirschl byrjaði sum í Gimnasia, hann flutti nakrar ungar leikarar upp á besta liðið, innførdi leiklutin sum ein verjukendur miðvallarleikari og tryggjaði sær, at liðið var í bestu kropsligu venjingarstøðu. Byrjanin var tó ikki løtt. Úrslitini vóru sera ójøvn. Teir kundu vinna 6-1 á San Lorenzo de Almagro fyri síðani at tapa 0-3 ímóti Estudiantes La Plata bara mánaðin seinni. Í 2. umfari stóð Hirschl yvir av gamla felagnum og dysturin endaði við javnleiki. Fyrsta kappingarárið í River Plate endaði við einum vónbrotnum 4. plássi.

Ungarin gjørdist kortini ikki mótleysur av miseydnaðu royndunum og innførdi regluliga taktisku hugskotini. Frá byrjan av skuldi verjan standa í M. Hann togaði ein av teimum sentralu miðvallarleikarunum aftur fyri at virka sum ein afturtiknan spælskipara. Leikarin, sum spældi hetta plássið, skuldi luttaka í verjuspælinum, men samstundis skuldi hann verður førur fyri at byrja uppspælið, hann skuldi skapa spælið afturifrá brotsteiginum. Kappingarárið eftir keypti hann José María Minella til felagið og gav honum uppgávuna. Hirschl tordi eisini væl at lata teir ungu spæla. Tað var undir honum, at Adolfo Pedernera spældi fyrsta dyst sum 16 ára gamalur í 1935. Í sama kappingarári spældi tannáringurin José Manuel Moreno fast í byrjanaruppstillingini. Skjótt gjørdust báðir álopsstyrkin á liðnum. Stjørnuleikarin á liðnum var Bernabé Fereyra, sum altíð var tilreiðar at geva teimum yngru liðfeløgunum góð ráð og deildi fúsur sínar upplivingar.

Blandingin av royndum og ungum leikarum gav úrslit í 1936 og hann førdi hann felagið til meistaraheitið við 13 sigrum, tveimum javnleikum og tveimum tapum. Liðið skoraði 49 mál í 17 dystum. Kappingarárið varð býtt upp í tvær steypakappingar – Copa de Honor Municipalidad de Buenos Aires og Copa Campeonato. Vinnararnir møttust við kappingarlok í endadystinum um Copa de Oro. Í fyrri kappingini endaði River á 6. plássi. Leikararnir hjá Hirschl vístu veruligan klassa í Copa Campeonato, har teir bert taptu tveir dystir og endaðu við at vinna átta dystir á rað og høvdu fýra stig niður til San Lorenzo. Álopsparið, Moreno og Feyrrera, spældi framúrskarandi. Fyrrnevndi var toppskjútti í Copa de Honor, har hann skoraði 13 mál, meðan síðstnevndi var ein hugtakandi leikari i Copa Campeonato og skoraði 15 mál í 17 dystum. River Plate prógvaði veruliga sína styrki tann 20. desember í dystinum um Copa de Oro, har teir vunnu 4-2 á San Lorenzo og harvið greipuna.

River vann kappingina um Copa Campeonato og Copa de Oro í 1937 uttan, at “nakað annað lið kundi kappast við teirra kropsligu venjingarstøðu. Áhaldni í báðum hálvleikunum var nógv betri enn hjá mótstøðuliðunum. Teir høvdu eina klára taktiska ætlan í álops- og verjustøðu, og tað var tað altavgerandi samspælið fyri teirra sigrum”, sum El Grafico orðaði tað.

Hirschl endurtók sigurin í 1937 og vann argentinska meistaraheitið, tá tvey umfør vóru eftir at spæla. Gongdin í kappingini var eitt eindømi. Liðið vann 27 dystir, spældi fýra javnleikir og tapti bert tríggjar dystir. Liðið skoraði 106 mál – sama sum Independiente. Eftir øllum at døma var tað Independiente við paraguayanska úrmælinginum, Arsenio Erico, sum kundi kappast við Maskinuna, sum Hirschl hevði skapt, hóast River Plate vann báðar innanhýsis dystirnar. Tá meistaraheitið var tryggjað prikaðu teir og vunnu 3-2 í einum illavorðnum, ófriðarligum dysti ímóti Boca Juniors og stóðu aftur ovast á trónuni. Serliga kropsliga venjingin var á muni.

Legði lunnar undir Maskinuna hjá River Plate

Hirschl skapti eina vælvirkandi maskinu, sum eisini bardist um meistaraheitið árið eftir. Hesaferð vístu kappingarneytarnir frá Independiente seg kortini at vera betri, hóast liðið skoraði 105 mál í 34 dystum. River tapti meistaraheitið við tveimum stigum, har tann avgerandi dysturin var eitt 1-2 tap fyri Ferro Carril Oeste. Eftir at hava endað á 2. plássið í 1938 fór Hirschl úr felagnum.

Hann kom til River Plate í 1934 og vann fýra steyp. Hann var venjari hjá Renato Cesarini, Carlos Peucelle, Bernabé Ferreyra, “El Charro” Moreno og Adolfo Pedernera. Hann legði grundarlagið fyri Maskinuna, tá ið hann gav fyrstu dystirnar til José Manuel “El Charro” Moreno og Adolfo Pedernera. Tað gjørdist byrjanin til eina av bestu álopsketunum í fótbóltssøguni.

Fyrsti venjari hjá Rosario Central í bestu deildini í 1939

Hirschl skifti til Rosario Central og gjørdist sostatt fyrsti venjari hjá Rosario Central í 1. deild. Tann 13. august 1939 taptu hansara leikarar 0-6 fyri River, men Hirschl tók kortini æruna: “Mínir dreingir skoraðu hesi seks málini”, segði hann eftir dystin. Har var hann í tvey kappingarár og úrslitini vóru 25 sigrar, 10 javnleikir og 33 tap í 68 dystum

Í 1941 vandi Hirschl eitt annað stórfelag, San Lorenzo de Almagro, sum endaði á 2. plássi aftan fyri hansara fyrrverandi felag, River Plate, sum tá gjørdist tiltikið undir eyknevninum Maskinan.

Mutursgølan í 1943

Í 1944 varð venjaraleiðin knappliga avbrotin. Tann 13. januar varð ein fundur hildin á Aganevndini hjá AFA. Tað kom fram, at forsetin hjá Banfield, Forencio Sola, hevði roynt at mutrað málmannin hjá Ferro Carril Oeste, Sebastián Gualco, áðrenn dystin hjá Banfield ímóti Ferro í september 1943. Dysturin endaði 1-1, men málmaðurin spældi ikki við, tá ið av tornaði. Millum fólkini, sum luttóku í hendingini, varð Hirschl eisini nevndur, sum var við í royndini at mutra Gualco við einari upphædd á tvey túsund pesos. Tann ungarski venjarin var millum níggju persónar, sum vórðu dømdir fyri “ítróttaligt siðloysi” og fingu bann fyri lívstíð frá øllum virksemi hjá argentinska fótbóltssambandinum.

Rætt er tað, at Aðaleftirlitið fyri rættvísi ógildaða revsitiltøkini tann 10. mai, men tilhoyrandi skommin varð verandi. Tó er eisini vert at leggja til merkis, at tá Hirschl fór úr Ungarn, var hansara táverandi felag, Husos FC, eisini blandað upp í avtalað spæl.

Hirschl skýggjaður í Argentina

Hirschl gjørdist nú óynsktur í argentinska fótbóltsheiminum og í 1944 flýddi Hirschl til Brazil. Takkað veri góðu úrslitunum í Argentina, so varð hann roknaður sum ein av bestu serfrøðingunum á meginlandinum. Hann fann sær starv í Porto Alegre, har hann í byrjanini av 1945 gjørdist venjari hjá Cruzeiro de Rio Grande do Sul. Hann hevði tveir argentinskar áleyparar við sær, Enrique Flamini og Alejandro Lombardini frá Lazio. Hirschl setti liðið og eggjaði liðnum væl. Cruzeiro megnaði at spæla við millum onnur stórfeløg í býnum – Grêmio og Internacional. Í 1947 vann liðið á kappingarneytunum í grannalagnum og vann fyrstu kappingina um Taça Cidade de Porto Alegre. Kortini var Hirschl ikki longur í felagnum. Miðskeiðis í 1946 keypti hann seg úr sáttmálanum fór til Mexico at royna eydnuna, har hann vandi Club Deportivo Marte í tvey ár. Hann gjørdi eitt lítið rend aftur til Gimnasia, áðrenn hann á vári 1949 tók við sum venjari hjá Peñarol.

Boð eftir Hirschl úr Uruguay

Síðani Uruguay byrjaði við yrkisfótbólti hevði Nacional vunnið seks av átta meistaraheitum, og Peñarol ynskti at broyta valdsviðurskiftini. Í 1948 settu teir onglendingin Randolf Galloway í starv, sum ætlaði at fáa WM leikskipanina innspælda á liðið. Onglendingurin fekk 15 sigrar í 19 dystum, men leikarar og fjepparar vóru kortini ikki nøgdir við hansara hugsjón. Leikararnir ætlaðu at streyka móti venjaranum, sum endaði við at fáa sekkin.

Hirschl tók við sum venjari hjá Peñarol síðst á vári 1949. Hann varð væl fagnaður, tá ið hann kom til Peñarol, tí 1.500 fólk komu at hyggja eftir venjingini, tann 8. mai. Hann ynskti at geva øllum ein møguleika fyri at vísa seg fram, tí hevði ungarin savnað fleiri enn 40 leikarar frá fyrsta-, eyka- og ungdómsliðunum at velja burturúr. Har legði Hirschl serliga merki til hin unga Alcides Ghiggia, sum varð settur inn í byrjanaruppstillingina í staðin fyri landsliðsleikarar. Uruguayanska felagið fótaði sær skjótt aftur eftir nøkur soltin ár, tí Hirschl megnaði at seta alt ordiliga saman og vísti uruguayum fleiri nýggjar áskoðanir.

Skapti Deyðseindina hjá Peñarol

Vikuna eftir fyrstu venjingina skuldi Hirschl seta liðið. Ongin lat við seg koma, tá ið hann nevndi verjuleikararnir og miðvallaleikararnir, men tá ið hann kom til høgra vong og peikaði á Alcides Ghiggia, tá royndu stýrislimirnir at vísa á, at bæði Julio César Britos og José María “Solito” Ortiz spældu á landsliðnum, men Hirschl stóð við sítt. Ghiggia gjørdist opinberingin í Deyðseindini, sum Hirschl skapti, saman við Juan Eduardo Hohberg, Omar Óscar Míguez, Juan Alberto Schiaffino og Ernesto Vidal í álopinum. Knappliga hevði hann eina nýggja Maskinu og skjótt dugdu øll álopsketuna hjá Peñarol uttanat.

Í landskappingini gekk tað strúkandi, tá liðið vann 52 stig av 54 møguligum. Peñarol luttók í trimum kappingum og vann allar ósigrað. Liðið skoraði flest mál, 62, og lótu fægst inn, bert 17. Teir vunnu allar tríggjar grannadystirnar ímóti Nacional. Teir vunnu fyrsta meistaraheitið í fýra ár.

Størstu ávirkanina hevði hann á Ghiggia – sum stutt eftir kom á uruguaynska landsliðið og skoraði sigursmálið í HM 1950 – bæði í spælistílinum hjá Peñarol og undir venjing. Spælararnir vóru vanir við at skifta á vøllinum og spæla dystir undir venjing, og so byrjaðu teir at gera ymiskt virksemi við bóltinum, venjing í fimleikarhøllini, málmenninir fingu egna venjing og allir mentu at spæla við báðum beinum. “Eg keddi meg ikki, tí eg visti, at tað var gott fyri meg, so eg góðtók alt, sum hann segði,” segði Ghiggia í bókini El gol del siglo, sum Atilio Garrido og Joselo González hava skrivað. Víðari mintist Alcides Ghiggia: “Tann dagin sá eg talvuna fyri fyrstu ferð. Ungarin vísti okkum nýggjar spælskipanir og venjingarhættir, sum førdu til eina rembing.”

Upp á tal sum uruguayanskur landsliðsvenjari til HM 1950

Góðu úrslitini við Peñarol gjørdu, at hann nú kom í ljósmála hjá uruguyanska fótbóltssambandinum til HM 1950, men arvafíggindin, Nacional, helt, at tað var mannminkandi fyri sínar leikarar og túrurin til Chile hjá teimum Ljósabláu kom í vanda. Samstundis hoyrdist eisini graml um mutursgøluna í Argentina og 23. mai 1950 kunngjørdi fótbóltssambandið, at ein uttanveltaður venjari skuldi stjórna landsliðnum hjá Uruguay í Brazil, nevniliga Juan Lopez.

Átti lut í heimsmeistaraheitinum hjá Uruguay í 1950

Hann skapti grundarlagið fyri heimsmeistaraliðnum hjá Uruguay í 1950, har fimm Peñarol leikarar vóru við frá byrjan: fyrimyndarligi liðskiparin, Obdulio Varela, og málskjúttarnir, Juan Schiaffino og Ghiggia umframt málmaðurin Roque Máspoli og Omar Óscar Míguez. Tað var Uruguay, sum endaði við at vinna 2-1 ímóti Brazil framman fyri 200.000 áskoðarum. Brazil lýsti landasorg, meðan Uruguay kundi fegnast um 2. heimsmeistaraheitið.

Peñarol spælararnir myndaðu stóran part av uruguayanska landsliðnum, sum eyðmýkti Brazil í 1950. Sama ár máttu teir kortini lúta fyri Nacional, sum vann við tveimum stigum. Árið eftir var Peñarol aftur á trónuni og Hirschl takkaði fyri seg, tá sáttmálin rann út. Hann vendi aftur í 1956, men bert skamma stund.

Heilsustøðan versnaði

Hirschl vendi kortini heimaftur til Argentina í 1951 fyri at stjórna San Lorenzo, men heilsustøðan versnaði alsamt. Seinni arbeiddi hann sum talentleitari fyri europeisk feløg, eitt nú AC Milan, áðrenn hann í tvey stutt tíðarskeið stjórnaði Peñarol (1956) og River Plate (1961). Í 1961 skuldi hann aftur stjórna River Plate, men fjølmiðlarnir gróvu nærum 20 ára gomlu sakina um avtalað spæl framaftur og so takkaði Imre Hirschl fyri seg, áðrenn kappingin fór í gongd.

Ein framskygdur venjari við fólkatekki

Hirschl var framskygdur. Hann var framman fyri sína tíð, einstaklinga venjing, virðismetti týdningin av rættari hvíld. Hann hevði ein framúrskarandi taktiskan sans og fekk spælararnir til at gera júst tað, sum hann teknaði á talvuna. Hann hevði nøs fyri ungum, evnaríkum leikarum og var ikki bangin fyri at brúka teir. Hann skapti grundarlagið fyri Maskinuna hjá River Plate og tað var undir hansara eftirliti, at Deyðsdeildin hjá Peñarol menti seg.

Hirschl doyði í 1973

Imre “Emerich/Emérico” Hirschl doyði tann 23. september 1973 og liggur grivin í jødiska kirkjugarðinum í La Tablada í Buenos Aires. Tað er ikki uttan orsøk, at hann framvegis verður nevndur Gandakallurin í Suðuramerika.

Skrivað: Jóan Pauli