Imre “Emerich/Emérico” Hirschl (f. 11. juni 1900 í Budapest – d. 23. september 1973 í Buenos Aires) – Ókendi ungarski slaktarin, sum ávirkaði suðuramerikanskan fótbólt (1. partur av 2)

14. juli 2021


Hvør var Imre Hirschl – eitt flogvit við fólkatekki, ein møguligur falsnari, krígshetja, framdi hann ólógligar avtalir um dystir? Ella var hann bert ein heppin maður, sum var á rætta stað í røttu løtu? Tó tykist fyri vist, at hann var ein jødi av ungarskari ætt og ein framúrskarandi góður venjari, sum hevur ávirkað tvey av teimum týdningarmiklastu feløgunum í Suðuramerika og fótbóltsspælið hevur eftir øllum at døma lívbjargað honum. Hirschl var líka loyndarfullur sum hann var áhugaverdur.

Hann stjórnaði í nógv ár fleiri ymiskum feløgum í Argentina, Uruguay, Brazil og Mexico. Hann varð tilnevndur sum venjari fyri argentinska landsliðið til HM 1938, men tók ongantíð við, tá ið Argentina ikki luttók í áðurnevndu kapping. Í 1950 kundi hann havt stjórnað Uruguay, men aðrir meinbogar komu í vegin. Millum hansara fremstu avrik var at geva fyrstu dystirnar til José Manuel Moreno og Adolfo Pedernera, sum seinni fingu ein stóran leiklut í Maskinuni (La Máquina) hjá River Plate. Hann vandi eisini góð lið sum Club de Gimnasia y Esgrima La Plata, San Lorenzo de Almagro og Club Atlético Peñarol í Montevideo.

Fór sum heilt ungur í kríggj

Imre Hirschl var føddur í ungarsku bygdini Apostag áleið 100 km sunnan fyri Budapest. Í bygdini búðu áleið 2.500 fólk. Hann var ikki fyltur 14 ár, tá fyrri heimsbardagi brast á, men Hirschl fór saman við brøðrunum til Palestina fyri at berjast ímóti osmanniska ríkinum. Hann leyg um aldurin og fór uppí bretska herin. Aftan á kríggið varð hann verandi og stríddist víðari saman við jødiskum tjóðskaparmonnum. Hann fekk eitt arr á mjødnina orsakað av einari spreingikúlu og eitt sár á hondliðina av einari riflukúlu. Heimaftur komin búsettist hann í Budapest.

Spældi í ungarsku 2. deildini

Heilt víst er tað, at Hirschl spældi fyri liðið í kjøtídnaðinum, Húsos FC í Budapest. Liðið spældi í ungarsku 2. deildini, men sambært honum sjálvum, so hevði hann roynt seg sum leikara í Tjekkoslovakia, India, Afrika, Onglandi og Týsklandi umframt, at hann hevði spælt við Budapest Athletic Club, Ferencváros. Men sera áhugavert er tað, at Húsos FC varð tveitt út úr deildini orsakað av avtalaðum spæli. Mest sannlíkt er, at hann arbeiddi í kjøtbúðini, Kozma og tey, sum familjulimir stjórnaðu. Hildið verður, at ringa fíggjarliga støðan kann hava ført til, at hann fór frá konu og børnum fyri at fara tvørtur um Atlantshavið.

Hirschl møtti Matarazzo greiva í 1929

Ein dagin í 1929 fór Hirschl inn á amerikonsku sendistovuna í Paris. Hirschl ynskti, sum aðrir jødar, at fara úr Europa fyri at búseta seg í Sambandsríkinum. Meðan hann var inni á sendistovuni, hitti hann ein handilsmann, sum var ríkasti maður í Brazil, Matarazzo greivi, og forseti í felagnum Palestra Itália (nú Palmeiras). Materazzo søkti um innfararloyvi á amerikonsku sendistovuni í Paris, tá ið Hirschl kom á tal við hann og fekk tosað seg til eitt starv sum hjálparvenjari.

Hjálparvenjari hjá brasilska Palmeiras

Tann 20. september 1929 legði hann at landi í São Paulo. Upprunaliga var hann hjálparvenjari hjá landsmanninum, Eugênio Medgyessy, men hann fekk eisini loyvi til at stjórna liðnum í tveir dystir: Hann vann ein 2-1 sigur á Portuguesa, men tapti 1-4 fyri Corinthinas og endaði tískil á 3. plássinum í økiskappingini. Hann varð nú kallaður Emérico og skrásetti seg sum slaktari.

Í Brazil livdi hann undir ússaligum korum, men stríddist fyri at læra seg spanskt. Lagnan vildi, at hann fekk starv sum vøddamýkjari hjá Hakoah All Stars, sum Béla Guttmann spældi við.

Hakoah All Stars á fótbóltsrundferð í Suðuramerika

Í 1929 fór amerikanski fíggjarmiðdepilin, Wall Street í New York, á heysin. Fíggjarligu trupulleikarnir raktu eisini New York Hakoah All Stars, sum í eini roynd at bjarga støðuni, fór á fótbóltsrundferð í Brazil, Argentina og Uruguay summarið 1930. Felagið hoyrdi til í New York frá 1930-32 og var bert fyri jødiskar fótbóltsleikarar. Í São Paulo hittust fyriskiparin av túrinum, Béla Guttmann, og Hirschl, har síðstnevndi bønaði og bað um eitt starv á liðnum. Hirschl hevði spælt hálvtíðaryrkisfótbólt og verið slaktari. Til endans fekk hann starv sum vøddamýkjari, tí hann hevði sterkar hendur og eitt gott tak.

Ævintýrið vardi kortini stutt, tí teimum vantaði pening og noyddist at minka um útreiðslurnar, men soleiðis slapp Hirschl til Buenos Aires í Argentina.

Hirschl misnýtti fótbóltsferðirnar

Fótbóltsskúlin í Donau var tá í tíðini tann mest framkomni í Europa. Feløgini rundan um Donau ánna gjørdu fleiri ymiskar túrar í Amerika. Ferencváros stóð seg væl í Argentina og Brazil, meðan Hakoah frá Wien var í Sambandsríkinum og seinni í Argentina. Hirschl, sum var 1,96 m og góð 30 ár, dugdi væl at selja seg upp á fótbóltsrundferðirnar, sum hesi feløg høvdu verið á. Hann skuldi eitt nú havt verið við á túrinum hjá Ferencváros í 1929, spælt fyri Athletic Club Budapest, Hakoah Vienna og Hakoah New York. Harumframt verið venjari hjá Racing Club í Paris. Soleiðis fekk hann tosað seg til starvið hjá Gimnasia.

Hakoah All Star vitjaði í Argentina og spældi ímóti Gimnasia y Esgrima de La Plata. Hirschl bjóðaði seg fram og segði seg hava verið hjálvenjari hjá Hakoah og tað ljóðaði trúligt, tí hann hevði verið partur av liðnum og liðið hevði staðið seg væl. Hirschl var eisini við á liðmyndum.

Hirschl settur í starv hjá Gimnasia y Esgrima La Plata í 1932

Skjótt fekk Hirschl starv í felagnum Gimnasia y Esgrima La Plata. Áðrenn hann byrjaði at arbeiða, slapp hann at síggja tríggjar dystir hjá felagnum og greiddi stýrislimunum frá, at hann sá menningarmøguleikar í liðnum. Hann skuldi ikki hava pening til at keypa leikarar fyri og lovaði, at felagið í 1933 fór at dystast um meistaraheitið, men byrjanin var alt annað enn góð. Liðið tapti tríggjar teir fyrstu dystirnar, har mótstøðuliðini skoraðu 12 mál. Eftir 16 dystir hevði liðið vunnið vunnið tríggjar sigrar, men seinna hálva í kappingini var munandi betri. Gimnasia vann 4-3 á River Plate og vann heili 6-2 á Boca Juniors. Teir endaðu kappingin við at vera ósigraðir í sjey teimum seinastu dystunum og endaðu á einum heiðurligum 7. plássi á stigatalvuni.

Hirschl hevði stórt frælsi í byrjanini av sínum arbeiði. Ein av treytunum var, at ongin hevði fast pláss. Ungarin avgjørdi at rista posan av nýggjum. Hann setti fleiri viðurkendar stjørnuleikarar á bonkin, tók ungar leikarar inn á liðið og lat leikarar spæla á óvandum plássum.Tað førdi sjálvandi til tvídrátt millum venjaran og leiðsluna, tí nevndarlimirnir hildu, at teir leikararnir, sum venjarin so treiskliga tvíhelt um, vóru óbrúkiligir. Takkað veri ásetingunum í sáttmálanum fekk Hirschl kortini sín vilja. Teir vánaligu leikararnir sambært áskoðanini hjá nevndini vóru: Arturo Naón, sum framvegis er besti málskjútti í søgu felagsins, høgri vongurin Alberto Palomino, høgri hálvbakkur Oscar Montañez og málmaðurin Atillo Herrera. Teir myndaðu kjarnuna á liðnum, sum skjótt varð rópt fyri Snartokið. Men hjartað og stjørnuleikarin á liðnum var José María Minella, sum upprunaliga var áleypari, men í einari neyðstøðu varð fluttur aftur á miðvøllin med alla. Minella, Montañez og Ángel Miguens myndaðu “tey trý M’ini”, sum var ein tiltikin tríbólkur í felagnum. Hirschl eggjaði liðnum til at gera sær dælt av longum sendingum til snarálop. Gimnasia liðið gjørdist skjótt víðagitið sum Snartokið.

Hirschl var undangongumaður

Hann var frammanfyri sína tíð og tann fyrsti útlendski venjarin, sum stjórnaði einum yrkisfelag í Argentina. Argentinskur fótbóltur var ávegis til yrkisfótbólt og hann byrjaði kropsliga venjing, tá hann fekk Alejandro Stirling til Gimnasia fyri at arbeiða saman við sær. Stirling var ein vælkendur venjari fyri olympiskar rennarar sum Juan Carlos Zabala, ið vann OL gull í maraton í Los Angeles í 1932.

Í byrjanini av 1930-árunum mundu tað neyvan vera nógvir, sum hugsaðu um venjingina hjá hvørjum einstøkum leikara, sum er rættiliga vanligt í dag. Hirschl brúkti bæði svenskan og amerikanskan fimleik í venjingini, sum byggja á seigligar, samsvarandi rørslur uttan amboð. Harafturat brúkti hann í fyrireikingini eina blanding av spurtum og longum renniteinum úr frælsum ítrótti og hevði enntá partar av kurvabóltsvenjing við. Nakrir av lyklaleikarunum sluppu undan venjing viðhvørt, og teirra fyrireiking til dystirnar var avmarkað til heit bað og vøddamýking.

“Fyrsta uppgávan var at fáa liðið upp á beinini við atliti til kropsliga fyrireiking. Leikararnir skulu vera í góðari venjingarstøðu. Fyri at røkka málinum, mátti eg hugsa gjølla um, hvørja venjing, leikararnir høvdu brúk fyri, og hvussu hart teir skuldu venja. Tú kanst ikki rokna við, at allir ellivu leikararnir gera júst tað sama: fyri nakrar rakar tú heilt rætt og fyri aðrar rakar tú yvir ella undir. Orkan, sum verður løgd í venjingina, skal vera heft at tíðarskeiðnum. Vit arbeiða harðari undan kappingini og minni, meðan hon koyrir.”, segði hann um byrjanina í felagnum.

Gimnasia y Esgrima La Plata: Snartokið frá 1933

Gimnasia var flúgvandi, tá landskappingin byrjaði í 1933 og lá á odda miðskeiðis í kappingini. Kropsliga venjingin hevði gjørt mun. Liðið vann teir fyrstu fimm dystirnar, har teir skoraðu heili 19 mál, meðan mótstøðulini bert skoraðu fimm mál. Teir vunnu dyst oman á dyst og vórðu nú jøvnum millumbili nevndir sum besta boð upp á meistarar. El Gráfico skrivaði soleiðis um Hirschl í mai 1933: “Tað, sum hendir í Gimnasia, er undranarvert. Leikararnir kunnu ikki broytast so nógv av sær sjálvum – hansara ávirkan er týðilig.” Venjarin sjálvur tók sær ikki tikni av rósunum og legði dent á, at tey góðu úrslitini hjá liðnum komu orsakað av framúrskarandi leikarum: “Eg havi ongi loyndarmál, eg ætli mær ikki at siga nakað serstakt. Fyrst fremst undirvísi eg ikki í fótbólti. Tað vildi verið undarligt at roynt at undirvíst í fótbólti í einum landi, har besta fótbóltsspælið verður leikt. Leikarar sum í Argentina finnast ikki aðrastaðni í heiminum. Kreólar hava menningarmøguleikar og nú ræðir bara um hjá mær at brúka teir.”

Gimnasia y Esgrima La Plata spældi ein spælistíl, sum fekk heitið Snartokið frá 1933, tí liðið hevði eina sterka javnvág í verjustøðu, men samstundis vóru kvikir í álop við einari eyðsýndari kropsligari styrki og tí kundu sammetast við eitt tok, sum ikki kundi steðgast.

Hann dugdi væl at eggja leikarunum til, hann gav leikarunum sjálvsálit og gjørdi teir førar fyri at uppfylla dreymarnar. Hann megnaði at sannføra leiðsluna í felagnum um, at allir skuldu hava somu løn. Soleiðis fekk hann allar at ogna sær eina felagskenslu. Umframt grundlønina fingu teir fyrstu ellivu eisini eitt prosentstig av atgongusøluni og kundu sostatt vinna pening tann vegin.

Snýttur fyri meistaraheitið í 1933

Liðið spældi rættiliga væl. Leikararnir hugtóku við teirra dugnaskapi og fingu rós úr øllum ættum fyri dámliga, skjóta spælistílin. Eftir 25 umfør høvdu teir 17 sigrar, tríggjar javnleikir og fimm tap. Níggju dystir vóru eftir at spæla um meistaraheitið og teir førdu við tveimum stigum fleiri enn Boca Juniors, sum eisini var mótstøðuliðið tann 10. september. Ein møguligur sigur hevði ført teir tættari at endaliga sigrinum og teir høvdu kunnað lagt seg trygt á 1. plássi. Gimnasia leikararnir gleddu seg til dystin, tí í undanfarna umfari høvdu teir vunnið 7-1 á Talleres Remedios de Escalada og Arturo Naón hevði skotið fimm mál.

Dysturin byrjaði, sum leikararnir hjá Hirschl ynsktu sær. Longu í 13. minutti skoraði Ismael Morgada til 1-0 og tíggju minuttir seinni økti Juan Echevarrieta til 2-0. Boca ætlaði kortini ikki at geva upp og longu í 25. minutti minkaði Delfín Benítez Cáceres um munin. Úrslitið helt sær til steðgin. Í seinna hálvleiki dømdi dómarin, Angel De Dominicis, eitt sera ivasamt brotsspark til vertirnar, sum Francisco Varallo skeyt í málið. Nakrar minuttir seinni var dómarin aftur í høvuðsleiklutinum. Ongin var í iva um, at Miguel Angel Nardini var týðiliga rangstaddur, tá ið hann skoraði triðja málið, men dómarin lat ikki við seg koma. Dysturin varð nú vendur á høvdið við tveimum umstríddum málum og Gimnasia leikararnir vóru frá sær sjálvum. Kappingarnevndin viðgjørdi avrikið hjá De Dominicis, varpaðu hann út úr deildini og strikaðu hann av dómaralistanum, og viðgingu sostatt óbeinleiðis, at Gimnasia leikararnir høvdu rætt, men úrslitið varð kortini standandi.

Gimnasia spælararnir streykaðu

Søgan um fyrsta stórliðið hjá Hirschl var eisini søgan um fyrsta ítróttaránið í Argentina og um fyrstu streykuna hjá fótbóltsspælarum, hóast liðið hjá Hirschl vikuna eftir bøtti fyri tapið við at vinna 2-1 á Independiente. Veruliga rokið hendi hinvegin bert tvey umfør seinni tann 8. oktober, tá ið dómaratríbólkurin aftur hevði ein fingur við í spælinum. Gimnasia spældi á útivølli ímóti San Lorenzo de Almagro. Meðan støðan var 2-1 tóktist dómarin, Alberto Rojo Miró, at ætla at geva gestunum eitt brotsspark. Til endans kom hann kortini til ta niðurstøðu, at brotsverkið var farið fram uttan fyri brotsteigin. Stutt aftan á góðkendi hann eitt mál, sum vertirnir skoraðu, hóast bólturin sambært málmanninum hjá Gimnasia, ongantíð var innan fyri málstrikuna. Teir ørkymlaðu spælararnir settu seg niður á vøllin fyri at mótmæla, at dómarin var so partískur og høvdu onki ynski um at luttaka í stuttleikanum. Vertirnir skoraðu fýra mál afturat, áðrenn Rojo Miró blásti dystin av í 78. minutti. San Lorenzo vann seinni meistaraheitið við fýra stigum fleiri enn liðið frá La Plata. Júst teimum fýra “stolnu” stigunum.

Spælararnir megnaðu at savna seg til næsta dyst, har teir vunnu 3-0 á Club Atlético Lanús, men tapini í teimum báðum næstu dystunum – 2-5 fyri River Plate og 1-4 fyri Racing – knústu endaliga allar dreymar um meistaraheitið. Leikararnir og fjeppararnir vóru á einum máli um, at teir báðir dómararnir snýttu Gimnasia fyri heitið. Hirschl fann sær troyst í, at liðið skoraði flest mál í deildini, 90, og Arturo Naón gjørdist nr. 2 á toppskjúttaralistanum. Í loyndum varð borið fram, at tey fimm stóru – Boca Juniors, Independiente, Racing, River Plate og San Lorenzo – vóru ov sterk til, at Gimnasia kundi vera ein støðug hóttan. Ikki bara orsakað av nógvu fjepparunum og harðskapinum, men eisini orsakað av politiska grundarlagnum, har tað var gjørligt at leggja trýst á dómararnir.

Liðið endaði á einum hugtakandi 4. plássi um argentinska meistaraheitið í 1933, liðið kundi kanska havt vunnið meistaraheitið, um ivsamar dømingar ikki komu í vegin, men Hirschl hevði vakt ans hjá River Plate.

Hirschl dugdi meira enn at mata sær

Hann hevði eitt tiltikið, ella rættari sagt illa gitið knep. Leikararnir hjá honum vandu við tungum bóltum, sum teir eisini brúktu í Onglandi. Tá var tað vanligt í Suðuramerika, at liðini spældu við bóltinum hjá heimaliðnum í fyrra hálvleiki og hjá útiliðnum í seinna hálvleiki. Men Hirschl fekk eitt hugskot: Hann gav málmanninum ein spískan ring, sum kundi skera ígjøgnum bóltin hjá kappingarneytanum og so spældu teir víðari við tunga bóltinum, sum Gimnasia vóru vanir við.

Skrivað: Jóan Pauli