B36 vinnari av VFF CUP 2021

17. mars 2021

Tað gekst ikki sum ætlað at avgreiða VFF Cup í 2021, tí sama vikuskiftið sum endaumfarið og finala skuldu spælast, lá ein landsliðssamling. Orsakað av kava, vórðu tveir útsettir dystir spældir í vikuni, sum finalan skuldu avgreiðast og tí var ikki greitt fyrr enn mikukvøldið, at tað eftir røttum vóru HB og B36, sum skuldu møtast í finaluni leygardag.

Orsakað av, at størsti parturin av HB liðnum vóru til landsliðssamling, kundi HB ikki spæla leygardag og B36 kundi ikki spæla í vikuni eftir. Nevndin í VFF broytti tískil leistin soleiðis, at endaumfarið gjørdist eitt "vanligt" 6. umfar og harvið varð ikki nøkur beinleiðis finala í 2021.

Fýra dystir vórðu spældir leygardag og aftan á hesar dystir lá B36 á fremsta plássi. Síðsti dysturin varð sostatt leiktur mikudag, har HB við at vinna ímóti Víkingi kundi gerast vinnari av VFF CUP 2021. HB tapti tó 0-2 fyri Víkingi og harvið bleiv B36, sum hevði flest stig, vinnari av VFF CUP 2021.

Nevndin í VFF harmast um, at tveir dystir í ár ikki blivu leiktir vegna kava og ikki minst harmast nevndin um, at tað vegna landsliðssamlingina ikki var gjørligt at avgreiða kappingina við einari reinari finalu, sum ætlanin var.

Komandi ár verður VFF CUP aftur skipað sum undanfarin ár við fimm innleiðandi umførum, sum verða leikt 15. januar, 22. januar, 29. januar, 2. februar og 5. februar. Finaluumfarið verður 12. februar í Tórshavn.

 

Skrivað: Áki Johansen