Heðin Askham ársins venjari í 1 deild 2020
11. desember 2020
Heðin Askham er ársins venjari í 1 deild hjá monnum 2020.
Ársins venjari í 1. Deild hjá monnum hjá VFF er Heðin Askham er ein sera royndur venjari sum vit kenna frá sera góðu árunum á U21 landsliðinum og ikki minst B36, EB-Streymi og HB.
07 Vestur venjarin, vendi skútuni tá ið tað ikki sá so gott og fekk liði til beinleiðis uppflyting í Betri deildin.
Heðin var í harðari kapping við Jóhan Petur Poulsen, sum kunnugt tók yvir á Besta liðinum hjá Víkingi fyrr í ár. Jóan Petur hevur annars vunnið hendan heiður tvær ferðir, seinast í 2019.
Venjarafelagið ynskir Heðin hjartaliga til lukku við heiðrinum ársins venjari.






